Minnast Mads Andreas Winther

Leygardagin klokkan 16 fer Ólavur Clementsen at hugleiða um fyrsta býráðsformannin í Tórshavnar kommunu fyri 100 árum síðani, Mads Andreas Winther. Tað er árliga tiltakið hjá Ættarbandinum, sum verður í Miðlahúsinum í Havn leygardagin klokkan 16, sum samstundis er partur av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar Kommunu.

Mads Andreas Winther varð føddur 23. november í 1871 og hann doyði 8. februar í 1923. Ólavur Clementsen fer at hugleiða um lív og ætt hansara.

Mads Andreas Winther er fyrsti býráðsformaður, ið er málaður og settur á veggin í býráðssalinum í Havn. Tað var Chr. Holm Isaksen (1877-1912), ið málaði fyrsta býráðsformannin, beint sum hann fór frá í 1912.

Tiltakið í Miðlahúsinum leygardagin klokkan 16 er alment og ókeypis.