Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipar fyri 14. september haldi sunnudagin klokkan 17 á Føroya Fólkaháskúla. Livar Nysted fer at hugleiða, og Guðrið Hansdóttir syngur.
Tjóðveldisfelagið skrivar í tíðindaskrivi, at 14. september í 1946 var fólkaatkvøða í Føroyum, um at loysa Føroyar frá danska ríkinum.
– Sum flestu vita, var meiriluti fyri at skipa Føroyar sum fullveldi, men so gjørdist kortini ikki - fólksins vilji vann ikki frama.
– Sum beinleiðis avleiðing av hesum varð Tjóðveldisflokkurin stovnaður á várið 1948. Hetta sama várið varð heimastýrislógin trýst ígjøgnum, uttan at fólkið varð spurt, og tá tóku loysingarsinnað seg saman fyri at stovna nýggjan flokk - Tjóðveldisflokkin, skrivar Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.
Tjóðveldisflokkurin skuldi hava sum endamál at fremja úrslitið av fólkaatkvøðuni 14. september í 1946 og at virka fyri, at veruligt fólkaræði kom at galda í Føroyum, í einum sosialt rættvísum samfelag.
Á hvørjum ári savnast fólk at minnast aftur á stórhendingina, tá Føroya fólk valdi loysingina 14. september 1946.
– Verið øll somul vælkomin til 14. september hald á Háskúlanum sunnudagin klokkan 17, skrivar Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.