Minnast Líggjas á 100 ára degnum

Í dag eru tað 100 ár síðani, at Líggjas á Váli varð borin í heim, og í tí sambandi verður sunnukvøldið sangløta í Ebenezer

Líggjas á Váli var í síni tíð – og ikki frítt eisini í dag – kendur sangari. Í dag eru tað 100 ár síðani, at hann varð føddur. Hann var svínoyingur og føddur 3. september 1922. Heilt tíðliga var lagt til merkis sangrøddina, og eftir at hann fór yvir til Klaksvíkar at ganga í skúla, sang hann í sangkórinum í Betesda og eisini sum solosangari.

 

Eldra ættarliðið minnist framvegis, tá ið Líggjas á Váli sang Eg eigi hirða, og tá ið hann sang So langt eg kann minnast, sum hann sjálvur yrkti. Tað kemur framvegis meiri enn so fyri, at Líggjas er at hoyra í bæði útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya og øðrum rásum.

 

Í sambandi við 100 ára føðingardagin skipa børnini hjá Annu og Líggjasi á Váli sunnukvøldið fyri sangløtu í Ebenezer, har hansara sangur og hansara sangir vera á skrá.

 

Umframt tey trý systkini Jóannes, Charlottu og Britu og teirra eftirkomarar fara Sangkórið í Ebenezer, Tripletrio í Ebenezer og Dupultkvartettin í Ebenezer at syngja, og so verður tað eisini felagssangur. Jóannes Hansen, skyldmaður tey á Váli, fer at hava hugleiðingar um Líggjas við serligum atliti at sanginum.

 

Sangløtan verður í Ebenezer sunnukvøldið klokkan 18, og har vera øll hjartaliga vælkomin.