Fríggjadagin 26. august hevði Ólavur á Váli fylt 50 ár. Hann varð føddur 26. august í 1955, og 19. februar í ár vóru brádliga boð eftir honum.
Ólavur var gávuríkur á so mongum økjum. Hann var framúr sangari, og hann fekst nógv við at tekna.
Í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá Ólavi verður skipað fyri listarframsýning og fløguútgávu. Listarframsýningin verður í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu. Ferniseringin verður fríggjadagin 26. august klokkan 16-18, og øll eru hjartaliga væl komin.
Heðin Mortensen, býráðsformaður, fer at lata framsýningina upp, og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, fer at siga nøkur orð, og so verður sangur og tónleikur. Børnini hjá systkjunum hjá Ólavi á Váli fara at syngja, og Jógvan Zachariassen fer at spæla fagott saman við cello, sum Jens Christian Guttesen og næmingar hjá honum, ið stóðu Ólavi nær, fara at syrgja fyri.
Á framsýningini eru umleið 35 listarverk eftir Ólav á Váli. Talan er eitt nú um blýantstekningar og oljukrittekningar.
Ein rúgva av tekningum liggur eftir Ólav á Váli. Tað er svágurin, vinmaðurin og listarligi felagin, Eli Smith, sum hevur lagt framsýningina í Snarskivuni til rættis.
Ætlanin var, at minnisfløgur yvir Ólav á Váli skuldu verða givnar út sjálvan 50 ára føðingardagin. Alt fyrireikingararbeiðið í Føroyum var liðugt í nóg góðari tíð. Tó hava onkrir trupulleikar stungið seg upp í Danmark, har húsin verður prentaður, og har fløgan verður margfaldað. Tað ber við sær, at tónleikaútgávan ikki verður tøk fyrrenn í næstu viku.
Talan er um tvær fløgur við tilsaman 41 sangum, sum Ólavur syngur einsamallur ella saman við øðrum - eitt nú Nikodemussangbólkinum, Dupultkvartettini og á Váli familjuni. 27 av hesum sangunum hava verið útgivnir áður. Tað vil siga, at 14 sangir ikki hava verið meiri at hoyrt enn í onkrari útvarpssending - eitt nú í Víngarðinum.
Kostnaðurin fyri fløgurnar báðar verður 189 krónur, og tað er Evangeliska Røddin, sum gevur út. Á framsýningini, sum verður latin upp fríggjadagin í Snarskivuni, verður okkurt frá fløguni at at síggja og hoyra.
Næstu vikurnar verður høvi at vitja framsýningina, tá ið Snarskivan hevur opið.










