Minnast Jesus í helheimi

"Niðurfarin til Heljar, triðja dagin staðin upp frá deyðum" soleiðis ljóðar trúarjáttanin og hon staðfestir hjá tí kristna, at Jesus var í helheimi í tríggjar dagar og bardist móti tí ónda og vann sigur. Hetta vil kirkjuliðið á Glyvrum hátíðarhalda og tí verður hildin gudstænasta páskaaftan klokkan átta.

Glyvrar, Sosialurin: "Niðurfarin til Heljar, triðja dagin staðin upp frá deyðum" soleiðis ljóðar trúarjáttanin og hon staðfestir hjá tí kristna, at Jesus var í helheimi í tríggjar dagar og bardist móti tí ónda og vann sigur. Hetta vil kirkjuliðið á Glyvrum hátíðarhalda og tí verður hildin gudstænasta páskaaftan klokkan átta.
-Páskaaftan var ein av teimum heilt stóru høgtíðsdøgunum í fornkirkjuni og hann var millum annað tann stóri dópsdagurin, ella tann stóra sabbatin. Men eg haldi hetta man vera fyrstu ferð í Føroyum, at gudstænasta verður hildin páskaaftan, sigur Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur í Glyvra prestagjaldi.
-Okkara trúarjáttan byggir á at Jesus var í helheimi páskaaftan, at Kristus var niðurfarin til heljar og hettar er ein partur av tí stóra drama sum hendir hesa høgtíð, sigur Meinhard Bjartalíð.
-Talan verður um eina gudstænastu, har prestur verður frammanfyri altarið, men ongin prædika verður hildin. Í staðin fara teir tríggir deknarnir í kirkjuni at lesa brot úr skriftini, sum snúgva seg um páskaaftan. Sigur hann.
-Og vit fara at syngja sálmar av Grundtvig, sum snúgva seg um hendan dag. Grundtvig var tríggjar ferðir í Bretlandi á kanningarferð í árunum 1829-31 og í 1830 fann hann á eini skjalagoymslu í Oxford eitt fornenskt handrit, sum kenda enska skaldið Kædmon hevði yrkt í 9. øld. Í hesum handritinum fær hann íblásturin til mektiga sálmin "I kvæld blev der banket paa Helvedes Port, sum er týddur meistarliga til føroyskt av Hans á Mølini, Hans Dalsgaard í Skálavík. Sálmurin er yrktur undir íblástri av fornensku kvæðunum og á føroyskum eitur hann "Á kvøldi varð dukað á helvitis grind,"sigur Meinhard Bjartalíð.
-Vit fara at hoyra Ave Verum av Mozart, sum er yvir sama tema og vit skulu eisini syngja sálmin hjá Grundtvig, "Hoyr tað bøn vil biðja nú" ið Axel Tórgarð hevur yrkt. Grundtvig yrkti hendan sálm við íblástri úr megnar sálminum hjá Jóhannus úr Damaskus, sum var ein kendur maður í fornkirkjuni, sigur Meinhard Bjartalíð.