Minnast ikki so nógvan kava á vegnum sum nú

Serliga í Suðuroy og í Sandoy eru ring líkindi og heldur ikki í morgun sluppu fólk við Smyrli

Soleiðis sá út á Oyndafjarðarvegnum í morgun. Myndin er frá Landsverki

Tað hevur kavað av grimd í gjárkvøldið og í nakað út á náttina, so tey hjá Landsverki hava havt úr at gera við at grava. Teir tørnaðu til klokkan fimm í morgun, men serliga í Suðuroy og í Sandoynni hevur verið ringt.

 

Tað, sum gera umstøðurnar serliga ringar, er, at tað er vindur, so tað er rættiligt jarðrok eisini.

 

– Teir, sum grava, vita ikki um so nógvan fannakava á vegnum, serliga í Suðuroy og í Sandoynni, sum í nátt, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki.

 

Hann sigur, at fannirnar eru so stórar, at tað var ein avbjóðing bara at sleppa í maskinurnar og avstað at grava, sigur hann.  Og hann sigur, at eisini í morgun, vóru tað fleiri, sum ikki lukkaðust við Smyrli av Krambatanga klokkan seks.

 

Tað eru framvegis ring líkindi um alt landið við kava, hálku og jarðroki. Beint nú, klokkan 8.27 í morgun, er tað ikki koyrandi ímillum Vág og Sumba og á Fámjinsvegnum.

 

Tað er heldur ikki koyrandi til eysturbygdirnar á Sandoynni, Húsavík, Dal og Skálavík. Og somuleiðis er heldurikki koyrandi á Oyggjarvegnum og á Selatraðarvegnum, á Gjáarvegnum, á Elduvíkavegnum og á Saksunarvegnum.

 

##med2##

 

Og tað er bara eitt spor grivið millum Hvannasund og Viðareiði. Tað er koyrandi í Sundalagnum, men har er jarðrok og í støðum er tað kanska bara eitt spor at koyra eftir.

 

Árni Jacobsen sigur, at øll manningin, og allar maskinur eru og grava, men tað er ringt at halda tørn.

 

Teir plaga at grava til klokkan 21, men í Suðuroy verður grivið til út ímóti midnátt, tí Smyril fer seinasta túrin av Havnini klokkan 21.15 og teir plaga at grava í sambandi við tann túrin so at fólk sleppa til hús í kvøld

 

Soleiðis sá út á Oyndafjarðarvegnum í morgun. Myndin er frá Landsverki

Á Porkerishálsi var so nógvur fannakavi í morgun, sum næstan ongantíð áður, so tað var ringt at sleppa fram við maskinunum. Myndin er frá Landsverki