Minnast Falklandskríggið

Í dag eru 30 ár, síðani kríggið millum Bretland og Argentina um Falklandsoyggjarnar byrjaði, og í tí sambandi hava fleiri minningartiltøk verið í dag til minnis um teir 250 bretsku og 650 argentinsku hermenninar, sum fullu í krígnum.

Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, sigur í einari yvirlýsing í dag, at hann ætlar sær at tryggja, at Falklandsoyggjarnar verða verandi undir bretskum ræði, sum tær hava verið síðani 1833. Hann bað samstundis bretar minnast teir falnu hjá báðum pørtum.

Ósemjan millum Bretland og Argentina um Falklandsoyggjarnar kyknaði aftur fyri stuttum, og argentinska stjórnin hevur biðið bretsku stjórnina um samráðingar um ræðisrættin yvir oyggjunum. Bretar hava svarað, at teir gera einki uttan at spyrja fólkið í oyggjunum fyrst, og tey hava týðiliga sagt frá, at tey vilja hoyra til Bretlands.