Í síðstu viku doyði Eiður S. Guðnason, fyrrverandi aðalkonsul Íslands í Føroyum.
Í morgin 9. februar klokkan 15 fer hann til gravar úr Hallgrímskirkjuni í Reykjavík.
– Vit fara at minnast hann á skrivstovu okkara um somu tíð, í Ydun, Reyngøtu 9, skrivar Brynja Ósk Birgisdóttir, og øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar á íslendska konsulátinum.
Tá Eiður Guðnason tók við sum fyrsti aðalkonsul Íslands í Føroyum, kom hann úr starvi sum sendimaður Íslands í Beijing í Kina.
Hann hevði tá verið sendiharri síðani 1993 og hevði millum annað eisini verið sendiharri í Kanada, Noregi og síðst Kina.
Áðrenn hann gjørdist sendiharri, var Eiður Guðnason altingsmaður fyri Javnaðarflokkin í fimm ár. Og áðrenn hann gjørdist politikari, starvaðist hann sum fjølmiðlamaður í 14 ár.
Eiður Guðnason varð valdur í Útnorðurráðið, tá tað var stovnað í 1985. Hann umboðaði Ísland í Europaráðnum, og í 1991 var hann valdur til ráðharra í umhvørvismálum og norðurlendskum samstarvi.
Spurdur um hvat honum dámdi at koma til Føroya sum aðalkonsul, segði Eiður Guðnason í mars í 2007, at hann helt tað vera eina spennandi avbjóðing, sjálvt um Føroyar vóru ein stórur mótsetningur í mun til Kina.
– Enn er nakað tíðliga at siga, hvat kann koma burtur úr nýggja samstarvinum, men eg síggi tað sum mína fremstu uppgávu at dyrka og styrkja góða og gamla vinskapin, sum er ímillum londini bæði, segði Eiður Guðnason.
Íslendska sendistovan í Havn læt upp 2. apríl 2007.