Sunnudagin klokkan 16 verður minningarhald í Havnar Kirkju, at minnast tey børn, ið farin eru.
Tað er Felagið Pinkubarnadeyði, sum tók stig til hetta minningarhaldið í november í 1997.
Men undirtøkan var so góð, at avgjørt var at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast mista barn sítt, sama nær, og undir hvørjum sambandi, barnið er mist, sigur Gunnvá Mohr, sum er ein av stigtakarunum.
Síðani hevur hetta haldið verið fyrsta sunnudag í november.
Á minningarhaldinum fer Maria Jørðdal Niclasen, prestur, at prædika og Lív Næs fer at syngja.
Øll eru vælkomin á minningarhaldið og aftan á verður alt kirkjufólkið boðið í Posthúskjallaran í Tórsgøtu at fáa ein drekkamunn
- Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annað hvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum, siga fyrireikararnir.
- Saman minnast vit tey farnu børnini við einum dámi av góðsemi og fløvan, einum siði við ritualum, ið er við til at binda bond ímillum fortíð og framtíð.
Minningarhaldið verður sum ein vanliga gudstænasta. Prestur tendrar eitt ljós fyri teimum børnum sum farin eru, og vit minnast tey í kvirru.
- Í dag liva vit í eini mentan, har vit dagliga skulu vísa skjótleika og framfýsni, sum prógv uppá, at vit liva lívið til fulnar. Vit geva okkum ikki stundir at dvølja og sansa.
- Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið, siga fyrireikararnir.