Minnast børnini ið farin eru

Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum og sunnudagin verður minningarhald í Havnar Kirkju um børnini, ið farin eru

Sunnudagin klokkan 16 verður minningarhald í Havnar kirkju fyri børn, ið farin eru.

 

Har eru øll vælkomin, og tað verður Meinhard Bjartalíð, prestur, ið fer at prædika og barnakórið, Cantus, hjá Joannu Johansen, fer at syngja.

 

Minningarhaldið verður sum ein vanliga gudstænasta, men áðrenn gudstænastuna er høvi hjá teimum, sum vilja, at tendra ljós og og  at tendra ljvit minnast børnini, tey hava mist, í kvirru.

 

Aftan á gudstænastuna verður drekkamunnur i Kirkjustovu.

 

Tað er Felagið Pinkubarnadeyði, ið tók stig til slíkt minningarhald á fyrsta sinni í november í 1997.

 

Gunnvá Mohr, sum er ein av stigtarunum, sigur, at undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt varð at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast mista barn sítt – sama nær, og í hvørjum sambandi, barnið er mist.

 

- Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð og ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, antin tey vórðu fødd ov tíðliga, ella vit hava livað saman við teimum.

 

- Saman minnast vit tey farnu børnini við einum dámi av góðsemi og fløvan, einum siði við ritualum, ið er við til at binda bond ímillum fortíð og framtíð, siga fyrireikararnir.

 

Gunnvá Mohr ásannar, at í dag liva vit í eini mentan, har vit alt skal ganga skjótt, og har vit skulu vera framfýsin, sum prógv uppá, at vit liva lívið til fulnar.

 

- Vit geva okkum ikki stundir at dvølja og sansa. Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið, sigur hon.

 

- Tá ið vit tendra ljós í kirkjuni fyri børnum okkara, er tað eitt tekin um kærleika og at børn okkara enn lýsa í hjørtu foreldranna.