Minna kommunur á at hjálpa veikum veljarum

Tey, sum eru sjónveik, lamin, ella bera onnur brek, hava líka góðan rætt at sleppa at kommunuval sum øll onnur.

Tað staðfestir Ráðið fyri Brekað, sum nú minnir allar kommunur á, at tey hava skyldu at hjálpa teimum at velja, sum ikki eru ment at avgreiða tað sjálvi av ymsum orsøkum.

Barbara á Tjaldrafløtti í Ráðnum fyri Brekað, heldur, at kanska eru tað nógv, sum ikki hætta sær á val, tí at tey sita í koyristóli, eru illa gongd annars, eru blind, ella bera onnur brek, sum ger, at tað er ein fyritøka hjá teimum at fara á val.

Men veljarar, sum eru í slíkum støðum, hava rætt til at fáa hjálp á valstaðnum.

- Í løgtingslógini um val til kommunur verður sagt, at møta fólk á vali og siga, at tey ikki eru før fyri at atkvøða einsamøll, kunnu tey fáa hjálp at greiða atkvøðu.

- Tveir limir í valnevndini ella hjálparfólk eru tøk til hetta á valstaðnum, og hesi fólk eru sjálvandi undir tagnarskyldu.

- Tey fólk, sum eru blind ella sjónveik, kunnu sjálvi velja, hvønn tey vilja hava at hjálpa sær at velja.

Men er onkur so lamin, ella ber brek, sum ger, at hann er ikki førur fyri at koma inn í valhølið, kann hann krevja, at atkvøðugreiðsla fer fram beint uttan fyri valhølið.

- Tá henda støða er, skulu tveir limir í valnevndini, ella hjálparfólk, vera hjástødd, og um neyðugt veita viðkomandi hjálp við atkvøðugreiðsluni.

Barbara á Tjaldrafløtti, sigur, at í Ráðnum fyri brekað leggja tey serligan dent á politisk val, tí tey eru kjarnin í okkara fólkaræði.

Tí vónar Ráðið, at allur ampi verður burturbeindur og at alt lagar seg á rættan hátt fyri allar partar, so at fólk ikki ivast, ella setast aftur, tí tey eru illa fyri.