Minna foreldur á trygdina hjá børnum

Ráðið fyri Ferðslutrygd fer nú undir átak at minna foreldur á hvussu børn skulu vera íbundin í bili.

Næstu tvær vikurnar fer Ráðið fyri Ferðslutrygd í samstarv við Trygd at seta sjóneyka á trygdina hjá børnum, ið sita á bilpútum.


- Tað er umráðandi, at børn sita trygg í bili. Tí vilja vit minna foreldur á nøkur einføld ráð, sum eru løtt at fylgja, sigur Brynhild Høgnadóttir, dagligi leiðari fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum.


Átakið vendir sær til foreldur at børnum, sum sita á bilpútu. Endamálið við átakinum er at minna vaksin á at binda børnini rætt í trygdarbeltið í bilinum. Tá børn eru umleið 4 ár, fara tey úr barnastólinum og á bilpútu við stólabaki. Hesin skal, sambært ferðslulógini, brúkast, til tey eru í minsta lagi 135 cm. Tá eru mong umleið 10 ára gomul.


Ráðið fyri Ferðslutrygd vísir í tíðindaskrivinum á, at norðurlendskar kanningar hava staðfest, at millum 1/3 og helvtin av børnum í bili ikki sita rætt íbundin.


Tískil minnir Ráðið fyri Ferðslutrygd á hesi trý ráð, ið skulu hjálpa foreldrum at binda teirra børn rætt.


1. Trygdarbeltið skal liggja um mjadnarnar og skal strammast væl. Er beltið leyst, kann tað leggja seg um búkin, og tað er vandamikið í samanstoyti. Tá er stórur vandi fyri skaða á gøgn.


2. Trygdarbeltið skal liggja um økslina, og ikki aftur um bak ella undir armin. Liggur beltið ikki um økslina, verður kroppurin tveittur frameftir, um bilurin rennir á. Tá er stórur vandi fyri skaða á høvd og nakka.


3. Stramma beltið væl, tó sjálvsagt ikki so fast, at barnið fær ilt.