Minna á at brúka masku við Bussleiðini

Tórshavnar kommuna minnir nú fólk á at nýta masku í býbussunum í Havn

Smittutrýstið í Danmark og í øðrum grannalondum okkara er sera stórt í løtuni. Øll smitta, sum er staðfest í Føroyum í seinastuni, er komin uttanlands til Føroya, og alt okkara samband við útheimin gongur gjøgnum Danmark.

Sera nógv fólk kemur til Føroya hesar dagarnar til jóla, og tí verður enn einaferð heitt á fólk um at ansa sær serliga væl.

Heitt verður enn einaferð á øll, sum brúka Bussleiðina, um altíð at brúka masku. Vit gera samstundis enn einaferð vart við, at bussførararnir kunnu nokta teimum atgongd, sum ikki brúka masku.

– Brúkið masku og takið øll onnur neyðug fyrilit, skrivar Tórshavnar kommuna.