Tað var manningin á Smyril, sum sá minkin við kaikantin, tá lagt varð at. Teir fylgdu honum, meðan aktingarmaðurin var á veg oman. Tá minkurin vísti seg aftur, skeyt Sigurð Hansen, aktingarmaður hjá Tórshavnar kommunu, minkin.
Fólk hava verið bangin fyri, at minkurin kundi gera stóran skaða, tí minkur er skaðadjór.
Birna Mørkøre segði við Portalin herfyri, at tey ræddust mest fyri, at minkurin fór í fuglabjørgini.
Minkur er annars illsintur og kann bíta. Hann er á stødd við kettu, men longri og lægri. Ein annar minkur varð eisini sæddur umborð á Norrønu vikuna fyri, at hesin minkurin helst kom við Norrønu til Føroya.
Tað ljóðar, at minkar ganga leysir í Hirtshals, men teir eru óynsktir í Føroyum.
Men nú er vandin væntandi av hesaferð, tí hesin minkurin fekk bara 13 dagar í Føroyum.










