Minking í revsilógarmálum - undantikið um siðamisbrot

Hóast nógv færri revsilógarmál eru enn í farna áratíggju, so er talið á siðamisbrotum nakað tað sama

Seinastu 12 árini eru revsilógarmál farin niður í minni enn eina helvt, sigur Hagstovan í dag.

Tølini byggja á yvirlitstøl hjá løgregluni.

Í 2007 vóru 1100 revsilógarmál, men í fjør var tað talið farið niður á eini 500.

– Tann stóra minkingin í revsilógarbrotum sæst serliga aftur í málum um herverk, ið eru fækkað úr 400 árliga niður móti 100, og viðvíkjandi innbrots- o.ø. stuldri, ið eru fækkað úr eini 475 árliga niður í 150. Málini um harðskap eru ikki blivin færri í sama mun – vóru um 80-90 árliga fyrst í hesi øldini og eru nú um 70-80, sigur Hagstovan.

Men hóast minking er í revsilógarbrotum yvirhøvur, so er tað ikki galdandi fyri mál um siðamisbrot. Hagstovan sigur, at hóast mál um siðamisbrot minkaðu í 00'unum, so eru farin eitt vet upp eftir seinastu árini, men tølini eru lutfalsliga smá og hoppa tí nógv upp og niður.

Eitt annað revsilógarøkið við fáum fráboðanum er ónáðan og ærumeiðing, sum øll hesi 20 árini hevur sveiggjað um 30 – 60 mál um árið.