Landingarmiðstøðin Kiongshavn landaði tilsamans 7.700 tons av gulllaksi í ár í mun til 9.400 tons í fjør. Tað er ikki bara upsin, sum hevur svikið í summar og í heyst.
Hyggja vit eftir samlaðu nøgdunum av gulllaksi, sum landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará landaði í ár, var talan um 7.700 tons tilsamans.
Samlaðu nøgdirnar í fjør vóru 9.400 tons, í fyrraári 6.800 tons og í 2007 7.000 tons.
Ein orsøk til, at samlaðu nøgdirnar í ár vóru minni enn eitt nú í fjør, var, at Eysturbúgvin, sum landar rættiliga regluliga í Saltangará í gulllaksavertíðini, breyt motorin stutt eftir, at vertíðin í ár var byrjað.
Tí vóru tað bara tvey skip, Polarhav og Stjørnan, sum alla vertíðina landaðu gulllaksaveiðina í Saltangará.
Eysturbúgvin kom tó aftur í vinnu og fekk nakrar túrar, áðrenn vertíðin var av í heyst.