Minkið Blokkin og takið ferðina av búskapinum

Nú er møguleikin at gera føroyska búskapin minni bundnan av donskum lummapengum, nú eiga vit at skera blokkstuðulin munandi. Við landsstýrismanninum hjá Sambandsflokkinum á odda eru nú fleiri ráðandi politikarar vaknaðir og tora at viðurkenna, at búskapurin er glóðheitur. Truplari hava teir við at vísa ábyrgd og leggja summar íløgur í ís

Sjálvt um Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nú hevur bakkað, er Magni Laksafoss sum búskaparfrøðingur sannførdur um, at um ferðin á búskapinum ikki verður tikin av, so gongur tað galið. Við hesum í huga átti hann at mælt til, at blokkurin verður skerdur munandi. At minka blokkin tænir fleiri endamálum: Búskaparligt sjálvbjargni, ferðin á búskapinum minkar, og tað noyðir ábyrgdarleysar politikarar at minka um landskassans útreiðslur. Tíðirnar kundu ikki verið meira hóskandi at tikið av møguleikanum og minka blokkin.

 

At minka blokkin átti eisini at verið eitt hjartamál hjá Fólkaflokkurin. Á síðsta limafundi har undirritaði luttók, lovaðu allir teir fremstu í flokkinum, at blokkurin fór við vissu at verða skerdur meira enn bert tí hann ikki verður prístalsviðgjørdur. Tað kann tó viðmerkjast, at hetta hava teir í Fólkaflokkinum lovað við hvørt gylt høvi í longri tíð.

 

Javnaðurflokkurin ger sum Fólkaflokkurin sigur, so har skuldi ikki verið nakar trupulleiki.

 

Búskapurin er glóðheitur + vit skulu gerast sjálvbjargnari = MINKIÐ BLOKKIN