Í meiri enn tíggju ár hevur vandin fyri yvirgangi í Danmark verið stórur, men nú eru fyri fyrstu ferð tekin um, at vandin fer at minka í komandi árum. Tað skrivar JyllandsPosturin í dag.
Sambært fregnartænastuni hjá verjuni, FE, er Danmark framvegis rættiliga frammarlaga sum yvirgangsmál, men tann skipaði amerikanski bardagin ímóti yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda fer væntandi at lætta trýstið ímóti Danmark.
Thomas Ahrenkiel, sum er ovasti fyri Forsvarets Efterretningstjeneste, sigur við JyllandsPostin, at al-Qaeda er ikki so væl fyri sum fyri bara nøkrum fáum árum síðani, og tað fer at hava við sær, at vandin fyri yvirgangi verður meiri lokalur, eins og dømi úr Jemen og Somalia hava víst.
FE sigur, at yvirgangsvandin í Danmark vaks nógv í sambandi við Muhammedstekningarnar, sum júst JyllandsPosturin prentaði í 2006, og tá tekningarnir blivu endurprentaðar tvey ár seinni. Tí kann vandin fyri yvirgangi ímóti JyllandsPostinum framvegis vera stórur, hóast vandin fyri yvirgangi í Danmark sum heild minkar, sigur FE.









