Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin, skrivað klokkan 06.30 UTC: Sum líður á fyrrapartin gongur hann vesturum til útsynning. Út á seinnapartin minkandi vindur, og tað verður ælaveður.
Í kvøld og í nátt frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, skýggjað og okkurt ælið.
Fram ímóti middegi í morgin minkandi vindur niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s.
Hitin 4 til 8 stig.