Minkandi vallutøka í Nes kommunu

Klokkan 14 í dag høvdu færri fólk verið á vali í Nes kommunu enn sama klokkutíma á seinasta fólkatingsvali.

Klokkan 14 í dag høvdu færri fólk verið á vali í Nes kommunu enn sama klokkutíma á seinasta fólkatingsvali.

 

Á fólkatingsvalinum seinast høvdu 123 fólk verið á vali klokkan 14, men somu tíð í dag høvdu bert 109 fólk greitt atkvøðu.

 

Um hetta sigur nakað um, hvussu valluttøkan í Nes kommunu annars fer at verða, sum dagurin líður, er ilt at siga.

 

Eisini á middegi í dag hevði valluttøkan í prosentum verið heldur minni enn sama klokkutíma á seinasta fólkatingsvali.