Minkandi vøkstur í Kina

Búskaparvøksturin í Kina tann seinasta ársfjórðingin í fjør var 8,9 prosent. Tað er tað minsta í hálvttriðja ár, og greinarar vænta, at vøksturin verður uppaftur minni teir næstu mánaðirnar. Ein orsøk er sambært greinarunum, at teir kinesisku myndugleikarnir hava framt tiltøk, sum skulu økja eftirspurningin innanlands heldur enn at dúva ov nógv upp á útflutningin.

Leiklutur Kina sum búskaparveldi er vaksin teir seinastu mánaðirnar orsakað av kreppu í fleiri evrulondum og vantandi vøkstri í USA. Tí kann tað fáa stóra ávirkan á heimsbúskapin, um vøksturin í kinesiska búskapinum minkar ov nógv, siga greinararnir.

-Evropeiski eftirspurningurin eftir kinesiskum vørum er minkaður og fer uttan iva at minka uppaftur meiri, sigur Mark Williams, sum er greinari hjá Capital Economics, við Reuters-tíðindastovuna.