Minkandi toska-og hýsuveiða

Sambært tølum hjá Hagstovu Føroya er nógv minni av toski og hýsu komið upp á land í ár enn í fjør.

Í einum yvirliti yvir avreiðingar, sum eru farnar um avreiðingarskipanina, sæst, at minkingin í nøgdini av toski er heili 29% - og minkingin av hýsu 25%.

Uppgerðin fevnir um tíðarskeiðið frá januar til og við november, ávikavist árini 2011 og 2012.

Hagtølini siga, at í 2011 fóru 11.409 tons av toski um avreiðingarskipanina, men bert 8.076 tons somu tíð í 2012. Hetta er ein minking á heili 29%.

Tølini fyri hýsu líkjast í prosentum tølunum fyri tosk. 3.163 tons av hýsu fóru um avreiðingarskipanina í nevnda tíðarskeiði í 2011, men bert 2.387 tons í 2012. Hetta er ein minking á 25%.

Men hava toska-og hýsuveiðan verið vánalig í hesum tíðarskeiði, hevur gingið betri við upsaveiðini, sum er økt við heili 21% - ella úr 25.347 tonsum í 2011 upp í 30.696 tons í 2012.

Hyggja vit eftir botnfiskaveiðini samanlagt, er talan tó um eina lítla øking í nøgdunum - frá januar til november - á 1.506 tons ella 3% tilsamans.

Uppi í uppgerðini hjá Hagstovu Føroya er eisini botnfiskaveiða av øðrum fiskasløgum enn toski, hýsu og upsa, og henda veiðan er økt við 2%.