Minkandi laksaprísir

Laksaprísurin fellur framvegis. Prísurin er lækkaður við 14,50 krónum seinastu 11 vikurnar.

Ein norskur greinari væntar, at prísurin fer at fella uppaftur meiri.

- Laksaprísurin er fallin nógv, og eingi útlit eru til, at hann hækkar aftur, sigur greinarin, Anders M. Gjendemsjø, sambært Intrafish.

Hann sigur, at væntandi fellur prísurin aftur í næstu viku. Nógvur laksur er á marknaðinum, samstundis sum nógvur laksur verður tikin, og tað trýstir prísin.

Prísfallið seinastu 11 vikurnar hevur tó ikki verið so stórt sum í 1992.

Anders M. Gjendemsjø vísir á gongdina, sum hevur verið, at er prísurin fallin fleiri enn 10 krónur í einum 11 viku skeiði, er hann fallin uppaftur meiri tær næstu fýra vikurnar.

- Gongdin tykist halda fram, og einki bendir á, at prísurin hækkar aftur. Tí eiga tey, sum ætla sær at keypa partabrøv í laksavinnuni, at vera varin, sigur norski greinarin, sum Kringvarpið í dag endurgevur úr Intrafish.