Minkandi BTÙ

Í krónum minkaði Bruttotjóðarúrtøkan í 2003 í mun til undanfarin ár

BÚSKAPUR

 
Meðan føroyskir peningastovnar eru farnir at kunngera roknskapir fyri fyrstu seks mánaðirnar í ár. So er Hagstovan klár við tjóðarroknskapinum fyri 2003.
Í hesum roknskapi sæst millum annað, at bruttotjóðarúrtøkan, BTÚ, í 2003 var 9,7 milliardir. BTÚ er samlaða virksemið í landinum. Hetta er 300 milliónir minni enn í 2002.
- Beinleiðis samanburður við árini frammanundan ber ikki til, av tí at uppgerðin hvørt árið er í teimum prísum, sum vóru galdandi í árinum. Vit kunnu tí einans siga, at í krónum var ein minking upp á 300 milliónir, skrivar Hagstovan.
Negativa gongdin stavar stavar øll frá privata vinnuliga virkseminum og har í mestan mun frá alivinnuni, sum hevði munandi hall í 2003, skrivar Hagstovan.
Verða viðurskifti við umheimin rokna uppí, so fæst tøka bruttotjóðarinntøkan, tBTI.
Hagstovan skrivar, at hetta talið er m.a. tald ríkisveitingin, lønir og kapitalinntøkur til føroyingar úr útlondum.
Tøka bruttotjóðarinntøkan var 10,9 milliardir í 2003 - slakar 1,2 miljard størri enn BTÚ.
- Áhugavert er, at hóast ríkisveitingin minkaði meira enn 300 miljónir í 2002, var framvegis vøkstur í tBTI. Orsøkin var, at vøksturin í BTÚ var meira enn minkingin í ríkisveitingini, skrivar Hagstovan.