Fremst síggja vit húsini, sum skraddar-Nolsøe bygdi í fyrst í 20-unum, og verða tey framvegis rópt "Skraddarahúsini í Hoydølum" .
Vit síggja eisni minkagarðin hjá P/F Poul Hansen, sum bleiv settur á stovn í 1960, tá komu 350 minkar, og tá talið var upp á tað mesta, vóru teir 17.000 í tali. Hetta virksemið helt uppat í 1969. Minkaskinnini vórðu turkaði á Bacalao á vestaru bryggju. Nevnast kann, at hetta var fyrsti minkagarður í Føroyum við útflutningi fyri eyga,.
Leggið til merkis Hvítanesvegin, hvussu smalur hann er. Húsini hjá Torbjørn Sørensen eru tey einastu hinumegin Hvítanesvegin.
Um onkur av lesarum okkara hevur okkurt at viðmerkja í samband við hesa myndina, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen í telefon 314647 ella 273168.
Mynd: Åse Nygaard