Minka um einsemið

Hvønn mikudag hevur Reyði Krossur opið hús í Vágsbotni. Hetta er so blivið til, at pensjonistar hittast til eina hugnaliga løtu, har høvi er til at práta og gera ymiskt fyrifallandi

Hvønn mikudag hittast eldri pensjonistar og onnur í húsunum hjá Reyða Krossi í Vágsbotni. Prátað verður dúgliga um farnar dagar og annað hugnaligt.
Meðan prátið gongur, plaga teir at gera ymiskt fyrifallandi eisini.
Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi, sigur, at felagið hevur altíð savnað frímerki, sum skulu klippast og pakkast til sølu í útlandinum. Og tað er tað, sum hesir eldru harrarnir millum annað taka sær av, meðan teir sita og práta í Vágsbotni.
Men seinasta mikudag hevði felagið skipað fyri einum øðrvísi tiltaki. Tey høvdu fingið Finnur Johansen at koma og greiða frá um Vágsbotn og økið harum um ár 1900 til 1920.
Súni sigur, at fleiri av monnunum, sum vóru tilstaðar seinasta mikudag vóru komnir upp í árini og liggja um tey sjeyti ella áttati árini. Og hann heldur, at tað var sera áhugavert hjá teimum at kunna síggja myndir og hoyra frágreiðingar um ta tíðina í Vágsbotni, har teir óivað hava hildið nógv í teirra yngru døgum.

Útlegg
Reyði Krossur hevur eina vitjunartænastu, har fólk fara út at vitja fólk, sum av eini ella aðrari orsøk eru einslig og ikki fáa komið út.
Hetta við opna húsinum hvønn mikudag er eitt útlegg av tí, sigur Súni. Munurin er bara hann, at her fara fólk út fyri at hittast í staðin fyri, at fólk kemur á gátt hjá teimum.
? Hetta er ein góður máti at minka um einsemi, sum er ymsastaðni, heldur Súni Vinther.
Hann vísir á, at í okkara grannalondum hevur Reyði Krossur tiltøk sum, at kvinnur binda ella seyma. Og minnir hetta við frímerkjunum eisini um tað. Reyði Krossur í Føroyum hevur onki tiltak, har kvinnur kunnu hittast til eina hugnaløtu, meðan tær binda ella seyma.
? Vit hava onki fólk, sum kann standa fyri tí. Plássið er, so um fólk finst, so fer at bera væl til, sigur formaðurin í Reyða Krossi.