Nýtslan av dankortinum er follin við 18 % síðani ómaksgjald varð lagt á nýtsluna. Tað vísa nýggj tøl frá Dankort A/S, sum hevur samanlíknað tøl frá januar 2004 og januar 2005. Jacob Rasborg frá DAnkort AS skilir tølini, sum ein greið reaktión uppá gjaldið, sum nú er álagt nýtsluna av dankortið. Tað hevur verið ókeypis í 20 ár, og nú kostar tað brádliga pening. Vit síggja , at fólk nú taka størri upphæddir út hvørja ferð, soleiðis at tey altíð hava smápengar uppiá sær, til smærri keyp, sum tey annars hava nýtt dankortið til. Síðani 1. Januar hava bankarnir forvunnið 15.419.791 kr. av dankort nýtsluni.