Henrik Old heldur, at vit eiga at umhugsa at gera eina skipan, so at tað ber til hjá vinnulívsfólki at sleppa av við skip á ein virðiligan hátt
Sum tað stóð á Portalinum um vikuskiftið, heldur Henrik Old, formaður í vinnunevndini hjá Løgtin ginum, at tað er neyðugt at skerja fiskidagarnar eini 2%-3% ella kanska 5%.
Men samstundis staðfestir hann, at ein stórur trupulleiki er, at nøkur stór línuskip sluppu inn í flotan umvegis útróðrarflotan.
- Tað hevur verið ein stórur trupulleiki síðani.
Henrik Old heldur, at vit eiga at finna eina skipan fyri at minka um línuflotan aftur, so at hann kemur niður aftur á eitt passaligt støði. Tað eigur serliga at verða gjørt, verður skerjingin næsta ár 5%, ella okkurt sovorði.
- Vilja vit minka ávísar skipabólkar, eru ymsir mátar.
- Ein máti er at skerja fiskidagarnar, tí so tvingar tað bátar at keypa aðrar bátar og sostatt hvørja teir úr flotanum
Men tað er avgjørt ein loysn at keypa skip úr flotanum. Tað kann gerast við at allur flotin betalir eitt ávíst serligt gjald upp á 5-10 oyru fyri kilo, tey avreiða, í ein grunn, sum síðani kann brúkast at keypa bátar úr flotanum.
- Fáa vit minka flotan eitt ella tvey skip um árið, er tað eitt stórt framstig og tað er væl trúligt, at reiðarar høvdu sæð hetta sum ein máta at sleppa burturúr vinnuni upp á. Ein stórur trupulleiki er nevniliga at gera skipanir, so at reiðarar sleppa burturúr vinnuni á ein virðiligan hátt, sigur Henrik Old og soleiðis kundi tað borið til at minka flotan í góðum samstarvi.
- Skulu vit skerja fiskiskapin eftir toski og hýsu 5%, mugu vit eisini finna onkra skipan, sum hesa, fyri at minka um flotan, so at vit sleppa undan, at tað pínur ov illa.
Hinvegin útihýsir hann møguleikanum at skipa fyri einum almennum upphøggingarstuðuli einaferð afturat.