Á tíðindafundinum í Fíggjarmálaráðnum í gjár, tá fíggjarlógaruppskoti fyri 2017 varð lagt fram, segði Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðfrú, at játtan til byggiíløgur næsta ára fara at minga við 13 prosentum í mun til játtarnarkarmarnar í vár.
Hon segði, at játtan til íløgur verður 257 milliónir krónur í mkun til eina metta íløgunýtslu upp á 322 milliónir krónur í ár.
– Landsins íløgurá fíggjarlógini verða undir 20 prosent av samlaðu almennu íløgunum, segði hon.
Kristina Háfoss vísti eisini á, Fíggjarmálaráðið hevur havt samstarsvfundir um búskaparstýring við aðrar almennar partar og vísti á, at eisini onnur minka um byggiíløgur, eitt nú SEV, sum hevur útsett byggingina av nýggjum høvuðssæti í minst fimm ár, og Bústaðir, sum eisini hevur toygt sínar íløgur.










