Minka bara príshækkanina

Fyrrverandi stjórin á Atlantic Airways heldur tað ikki vera talan um stórvegis lækking, nú Vága Floghavn hevur set ferðaavgjaldið niður við 20 krónum

 

Á Facebook-vanga sínum ger Magni Arge greitt, at hann ikki heldur stórvegis um føgru orðini, sum Vága Floghavn hevr sent miðlunum, nú ferðaavgjaldið fyri ferðandi um flogvøllin verður lækkað.

 

Magni Arge vísir á, at upprunaliga var talan um eina príshækkan frá 110 upp í 185 krónur. Hendan príshækkanin varð framd í 2010.

 

- Sum stein oman á byrðu legði Vág Floghavn eina røð av gjøldum á flogferðsluna afturat, so tað kundi kosta uppí 25.000 krónur eyka fyri hvørja ferð mjørki rakti flogferðsluna. So tá Jákup Sverri tosar um, at Vága Floghavn (les Vinnumálarð'ið) hevur gjørt sín part, so má man geva honum rætt. Man rendi fyrst prísin upp í loft, og hevur síðani lorað eitt sindur. Og tað gjørdi sanniliga stóran mun í kassanum hjá Vága Floghavn, skrivar Magni Arge.

 

Hann vísir víðari á, at inntøkurnar hjá Flogvøllinum vuksu úr 20 upp í 31 mió kr. frá 2008 til 2010, og tá Atlantic Airways er tað felagið, sum hevur nógv tann størsta partin av ferðsluni á Flogvøllinum, varð felagið tvungið at hækka sínar prísir.