Minipiltarnir hjá VB fingu gull

Hesir garparnir hjá VB vunnu fyri sløkum tveimum vikum síðani AB-kappingina, sum var á Argjum.
Fyrsti dysturin hjá teimum var ímóti b-liðnum hjá AB, og har vunnu vágbingar 17-0. Næsti dysturin var ímóti a-liðnum hjá sama felagi, og hesin dysturin var javnari, men VB vann ein tepran 2-1 sigur.
Tað forvitnisliga er, at allir dreingirnir á liðnum ganga í sama 2. flokki í Vágs skúla uttan Salmund, sum gongur í Porkeris skúla.