Tað er soleiðis, at ES krevur at evropeisku bilverksmiðjurnar skulu yvirhalda eitt ávíst miðaltal fyri CO2-útláti. Tá Aston Martin bert gera sportbilar við stórum motorum og kosta milliónir, loystu teir hendan trupulleikan við at gera eina samstarvsavtalu við Toyota um at framleiða minibilin iQ, sum hevur eitt CO2-útlát upp á einans 110g/km. Aston Martin Cygnet er í veruleikanum ein luksusútgáva av Toyota iQ.
Aston Martin eru annars best kendir frá James Bond filmum, so kanska fer Agent 007 í onkrum komandi filmi at koyra í einum Aston Martin Cygnet.









