Mini-cruise við krabbameinsfelagnum

Nú nærkast freistin at tekna seg til mini-cruise við Norrønu, sum foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri

Mikudagin 15. apríl er seinasta freist at tekna seg til ferð við Norrønu til Íslands, sum foreldrabólkurin hjá Føroya Felag móti Krabbameini skipar fyri í døgunum 1.- 4. juni 2009.

Farið verður úr Føroyum mánadag 1. juni við Norrønu, sum leggur at í Seyðisfirði týsmorgunin. Í Íslandi verður steðgað í tveir dagar. Har verður skipað fyri ymiskum ? eitt nú túri á hestbaki og at svimja í heitum pottum.

Norrøna verður aftur á Havnini seinnapartin hósdagin 4. juni.

Tilmelding fer fram við at ringja til Føroya Felag Móti Krabbameini telefon 317959/ 217959/217958 ella via teldupost ffk@krabbamein.fo

Foreldrabólkurin at børnum við krabbameini er ein stuðulsbólkur undir Krabbameinsfelagnum.

Endamálið hjá bólkinum er at stuðla og fremja áhugamál hjá foreldrum at børnum við krabbameini.

Bólkurin skipar eisini fyri tiltøkum fyri børnum, ið hava, ella hava havt krabbamein og familjum teirra.