Tá fyrstu Mini komu á marknaðin í 1959, vóru teir ein sonn kollvelting innan bildesign við t.d. tvørliggjandi motori og hjólunum úti í hvørjum horni. Tað var líka við, at teir vóru størri innan enn uttan.
Longu árið eftir, í 1960, komu teir eisini sum stationcar undir nøvnunum Morris Mini Traveller og Austin Coyntryman. Mini stationcar vóru væl longri enn tann vanligi Mini.
Hesin conseptbilurin líkist gamla Mini stationcar við t.d. at aftastu síðurútarnir eru dragirútar.
Nú er so konseptbilurin Mini Concept Frankfurt Stationcar gjørdur sum ein stationcar útgáva av nýggja Mini, sum verður gjørdur av BMW.
Endalig støða er enn ikki tikin til, nær bilurin kemur á marknaðin, men tað verður helst um umleið eitt ár.