Mini-bluesfestivalu á triðja sinni

Í annaðkvøld, leygarkvøldið 2. apríl, verður mini-tónleikafestivalurin Blues Perlan karmur um nakrar av fremstu føroysku bluestónleikarunum, ið fara at leita sær skjól á pallinum í Reinsarínum.  


Hetta er triðju ferð, at tiltakið verður hildið. Fyrstu ferð var í 2014, og bæði tá og í fjør vóru nógv fólk og vitjaðu.


- Hugnin var í topp. Í ár fara vit umframt føroyskar bólkar eisini at hava útlendskar tónleikarar at framføra, greiða fyriskipararnir frá.


Hesi nøvnini er við á Blues Perluni 2016:


Uni Debess & The Tomcats
Holbæk, Holbæk og Jacobsen
Benjamin Petersen
Ragnar Finsson
Red Dawg


Dyrnar lata upp kl. 19.00.