Um tú vilt hava ein vakran, javnan lit í andlitinum, so kann mineral putur verða loysnin. Serstakliga putur, sum er gjørt av knústum natúrligum mineralum, er framúrskarandi. Tað heldur Charlotte Torpegaard, sum er make-up artist. Hon starvast hjá eitt nú Tv2, og hevur skrivað bókina ?Skønhed kommer indefra ? men lidt læbestift skader jo ikke?.
Tað er foundation og putur í einum, so tað bæði dekkar og sær natúrligt út, sigur Charlotte Torpegaard við politiken.dk
Samstundis er mineral putur sunt fyri húðina, og tí kunnu eisini kvinnur, sum hava trupulleika við húðini, njóta gott av mineral putur.
Hon vísir á, at tá mineral putur av fyrstan tíð var sett á marknaðin, var tað í høvuðsheitum smáar grønar fyritøkur, sum stóðu aftanfyri. Men síðani hevur undirtøkan fyri mineral putur víst at verða øgilig, og tí eru stórar fyritøkur eisini komnar uppí leikin.










