Mind?s Eye

  

Eyðun Mortensen ? sang
Hans við Neyst ? gittar
Palli Klein ? gittar
Regin Mortensen ? bass
Jens Pauli Joensen ? trummur

Bólkurin byrjaði fyri eini seks ár síðani. Tá var talan um bólk við gittari, bassi og trummum, men ongum sangara. Síðani bólkurin var stovnaður havi ikki verið góðar umstøður at venja í. Leitað hevur verið eftir høli í fleiri ár til í 2002, tá ið aftur var byrjað í kjallaranum hjá bassspælaranum. Tað gekk ikki leingi við tí larminum, men tað skilja teir væl.
Síðani var aftur farið at leita, teir gingu inn allastaðni, men eingin eydna. Ikki fyrr en guitarspælarin ein dagin kom heim frá arbeiði og pápi hansara hevði frætt um eini høli. Teir lógu fram við, og tað eydnaðist umsíðir.
2. juni 2002 fingu teir ein sangara fyri fyrstu ferð, og hann hevur verið síðani tá. Teir høvdu ein annan trummuspælara, men hann varð skiftur út. Nú er tað Jens Pauli Joensen, sum hevur áður hevur spælt í øðrum bólkum, sum syrgir fyri rútmunum.
Teir spæla harðan rocktónleik.