Hvussu hevur tú frí á páskum í ár?
- Eg havi oftast longu frí dagarnar áðrenn Skírisdag, tí á mínum arbeiðsplássi (Margarin Fabrikkin, red.), hava vit stongt akkurát sum fólkaskúlarnir.
Ætlar tú at slappa av ella leika í?
- Eg ætli mær absolut slappa av og ikki leika í.
Plagar tú at gera páskareint?
Nei, eg geri ikki páskareint!. Eg geri reint alt árið, so tað nýtist ikki at gera serliga reint á páskum.
Hvørjar páskatraditiónir hava tit í familjuni?
- Vit bjóða ofta foreldrum, verforeldrum og systkjum til døgurða. Somuleiðis verða vit eisini boðin út onkran dag á páskum.
Hvat er tín yndis páskamatur?
- Tað er lamb við øllum tilhoyri.
Hvat er títt besta páskaminni?
- Tað er at rulla egg og fáa pannukøkur frá grannanum aftaná, tá ið øll eru stird í kulda.