Mina Reinert er healari

Mina Reinert er ein av teimum fáu føroyingunum, sum fæst við healing

Hvat er healing, og hvør kann heala onnur?

 

Hesir spurningarnir verða settir í seinnapartssendingini á Rás2 í dag, tá Mina Reinert vitjar í rásarúminum.

 

Hon er ein av teimum fáu í Føroyum, ið fæst við healing ella grøðing, sum tað eisini verður nevnt.

 

Í sendingini greiðir hon millum annað frá egnum royndum við healing, og hvussu ein sjálvur kann læra seg at heala.

 

Rás2 seinnapartur byrjar klokkan 13.00.