­ Mín størsta uppgáva at skapa tryggar umstøður

­ Hetta er ein stór avbjóðing, har høvuðsuppgávan hjá mær verður at tryggja Føroya fólki góðar sosialar umstøður. Tá stjórnarligu broytingarnar verða framdar, fer tað ikki at merkja tað sama sum at tænastustøðið í heilsuverkinum lækkar, sigur nýggi landsstýrismaðurin

Landsstýrisfólkini eru nú sessaði í hvør sín stól í Tinganesi, og fyribils hava øll nóg mikið at takast við.

Stovnsvitjanirnar fara við nógvar tíð í hesum døgum, eins og rúgvusmikið tilfar er at seta seg inn í, áðrenn ætlaninar fyri komandi fýra árini skulu stingast út í kortið.

Spurd hví Helena Dam á Neystbø tók við starvinum á odda fyri størsta postinum á fíggjarlógini, sigur hon, at hetta skal onkur taka sær av. Harnæst kendi hon á sær, at tað var umráðandi, um komast skal á mál á sjálvstýris politisku leiðini, at júst almanna- og heilsuøkið fær góðar umstøður, og fólk kunnu kenna seg trygg. Tað merkir at sosialu skipaninar skulu umleggjast eftir føroyskum tørvi og orku, og tað merkir eisini, at hetta skal gerast uttan at lækka tænstustøðið.


Neyðugt at skapa trygg viðurskifti

­ Hetta eru ógvuliga týdningarmikil mál, og tí vildi eg átaka mær uppgávuna, sigur nýggi landsstýrismaðurin.

­ Er tað ikki í so bjartskygt, tá tað í samgonguskjalinum stendur at almannaverkið skal lagast eftir føroyskum viðurskiftum og tørvi, tá tænastan sum er, ikki nøktar verandi tørv?

­ Vit mugu altíð laga tænastuna eftir tørvinum í samfelagnum, og serliga á almanna- og heilsumál økinum, sum ofta eru gjørd eftir donskum skipanum. Ikki tí danska skipanin ikki er nóg góð til okkara samfelag, men av tí at fólkagrundarlagið hjá okkum er nógv minni, og tí vit ikki hava somu umstøður og tørv, sigur Helena Dam á Neystabø.

Hennara ætlanir eru at gera einfaldari og greiðari lóggávu t.d. á Almannastovuni, har nógv tíð fer við at avgreiða mál, og ikki fáa stundir at gera sosialt uppsøkjandi arbeiði. Avleiðingarnar eru at trupulleikarnir verða loystir ov seint, og loysnirnar vánaligar og meira kostnaðarkrevjandi.

­ Tað er ikki ein náttúrlóg, at neyðugt er við størri játtanum, men við umskipan av lóggávuni, verða vit betur før fyri at føra sosialpolitikk, sigur Helena Dam á Neystabø.

­ Umráðandi er tí at hugsa føroyskt. Neyðugt er at sundurgreina øll tey dagligu málini á Almannastovuni. Til hetta arbeiði er ein arbeiðsbólkur settur at gera álit um nýggja barnaforsorgarlóg og forsorgarlóg. Arbeiðið er ikki ásett at vera liðugt til ávísan dag, men Helena Dam á Neystabø væntar, at politisku rætningslinjurnar verða gjørdar í juni mánaða. Harnæst er neyðugt at skapa eitt orðaskifti millum fakfólk og føroyingar yvirhøvur, so lóggávan verður góðtikin og fær undirtøku millum fólk.

­ Møgulga verður uppskot liðugt í heyst, og skal hava stundir at sodnast. Hugsandi er at nýggja lóggávan verður sett í gildi um eitt ár, sigur Helena Dam á Neystabø.


Yngsta og elsta ættarliðið

­ Hvussu ber tað til at tvey so ymisk mál sum barnagarðs- og røktarspurningurin eru tengdir saman í samgonguskjalinum, og at teir skulu loysast í samstarvi millum land og kommunu?

­ Tað er gjørt við vilja, tí her er talan um ansingarspurningar, har yngsta og elsta ættarliðið, sum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, og sum vit hava skyldu at veita trygg kor.

­ Eg vænti at landið og kommunurnar verða betur førar fyri at skipa arbeiðið frameftir, av tí at t.d. byggireglur o.a. hava verið í einum føstum karmi, fyri at fáa stuðul o.s.fr.. Tað skal broytast og tillagast føroyskum viðurskiftum.

­ Sjálvandi skulu vit seta krøv til heilsu og arbeiðstrygd, men aðrir mátar kunnu brúkast. Eg vil mæla kommununum til at loysa sínar ansingarspurningar soleiðis, at tær ikki verða bundnar av afturgjaldingsskipanum frá landinum, men tað krevur ávísar broytingar, sigur Helena Dam á Neystabø.



Skattsligar broytingar

Hon heldur, at um kommunurnar sjálvar fíggjaðu, høvdu tær eisini størri frælsi at fremja ætlanir sum brúk er fyri. Tá verður neyðugt at broyta skattabýtið millum lands- og kommunu, so tær kommunur, sum átaka sær slíkar uppgávur, fáa meir inn í skatti.

Hetta er tó bert galdandi viðvíkjandi barnaansingarspurninginum. Verður tosað um røktarspurningin, so er hetta meira torskilt mál, og tað vil nýggi landsstýrismaðurin ikki siga meir um júst nú.

Eitt úrslit er tó komið á eldraøkinum í Havn. Avgjørt er at stovna eina deild á Landssjúkrahúsinumfyri senil-dement, har 12 fólk fáa innivist. Helena Dam á Neystabø vónar, at tað fer at eydnast at útbyggja hetta økið seinni.

Nógv hevur verið tosað um viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum, og har hevur nýggi landsstýrismaðurin júst vitjað, og hon er ikki gleðiliga bilsin um umstøðurnar har.

­ Tað er kanska ómøguligt, men íløgurnar mugu nøktast á heilsuøkinum, og tað krevur at vit tilføra verkinum størri peningaupphæddir.

­ Mín uppgáva verður at skapa vælvild í samgonguni fyri, at nakað veruligt hendir á økinum.

­ Útbyggingin á Landssjúkrahúsinum hevur verið steðgað í fleiri ár, og vit fáa ikki fleiri hundrað mió. krónur tilførdar, men vit mugu seta skjøtil á skjótt, nú sjálvt teir fysisku karmarnir eru merktir av ov lítlum viðlíkahaldi.


Døgntænastan

­ Døgntænastan, sum tosað hevur verið um í fleiri ár, er eisini á samgonguskjalinum hesaferð?

­ Trupulleikar eru av at fáa sjúklingar slúsaðir út aftur úr heilsuverkinum, eru stórir. Tí verða ofta eldri fólk liggjandi í dýru hospitalsongini ov leingi.

­ Skulu hesi viðurskifti broytast, er neyðugt at stovna døgntænastu. Tað kann gerast við at umskipa peningin frá sjúkrahúsverkinum, við færri seingjardøgum til døgntænastuna, av tí at fólk skjótari fara heim, men kortini kunnu kenna seg trygg, um døgntænastan er tøk, sigur Helena Dam á Neystabø.

Á læknaøkinum eru útlitini heldur ikki bjørt, men nú er avgjørt at seta ein kommunulækna aftrat í Havn og ein í Klaksvík. Hesir fara til verka, so skjótt sum viðtaluhøli o.a. er klárt.


Ikki banginfyri sosialari salgsíðu

­ Fólkapensiónirnar hava íkki verið hækkaðar í fleiri ár, men sambært samgonguskjalinum skal tað gerast nú. Hvussu fáa tit ráð til tað?

­Fólkapensjónirnar eru afturúrsigldar, men kunnu bert hækka við politiskari undirtøku. Annars er ein arbeiðsbólkur settur at kanna aðrar skipanir, har fólk sjálvi tryggja seg á ellisárum.

­ Ert tú ikki bangin fyri at sjálvstryggingin fær sosiala slagsíðu?

­ Nei, tað eri eg ikki. Persónliga eri eg fyri at moti- vera fólk til at taka ábyrgd fyri egnum lívi, bæði í vaksnamanna- og ellisárum. Slík skipan kann gerast uttan at hon fær sosiala salgsíðu.

­ Tí er tað mín uppgáva at fáa undirtøku fyri hesum sjónarmiðnum, og samstundis ansa eftir, at hetta verður ein trygg skipan fyri øll, sigur Helena Dam á Neystabø.

Eisini íbúðarpolitikkur skal skipast í hesum Landsstýrinum. Tað er felt niður í samgonguskjalið, av tí at neyðugt er at geva fólki møguleika at flyta í smærri íbúðir, tá tey gerast eldri og ikki hava tørv at búgva í stórum húsum, sigur landsstýrismaðurin.

­ Galdandi íbúðarpolitikkur hevur kravt nógv av einum húski. Tað hevur ført við sær, at nógv fólk ikki hava verið liðug at gjalda húsini, áðrenn tey eru komin í pensjónsaldur.

­ Tað er hetta, sum vit vilja broyta, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon heldur, at møguleikar eru fyri at draga Húsalánsgrunnin meira aktivt inn í hetta arbeiðið.

Almanna- og heilsumál eru í 1998 1,3 mia. krónur á fíggjarlógini, sum tilsamans er góðar 3 mia. krónur.


Tænastustøðið

ikki lækka

­ Tað er ein stór avbjóðing at umsita hetta økið. Høvuðsuppgávan hjá mær í hesi samgonguni verður at skapa trygd fyri, at tá tær stjórnarligt broytingarnar skulu gerast, skal tað ikki merkjast sum ein lækking í tænastuni í heilsuverkinum, sigur landsstýrismaðurin.

­ Eg havi ikki bert skyldu at gera tað, men um Føroya fólk skal taka undir við ríkisligu broytingunum, er tað ein treyt at tey kenna seg trygg.

­ Tað er tí ein stór uppgáva í mínum dagliga arbeiði og í samgonguni, at virka fyri at almannaøkið verður prioriterað høgt. ­ Skal tað bera til, mugu vit finna skipanir, sum eru einfaldari og orðaðar at loysa sosialtrupulleikar í Føroyum - og ikki eftir donskum leisti, sigur Helena Dam á Neystabø.