Hans Waag greiðir frá. 8. partur av greinarøð í samband við Team Rynkeby blaðið í Vikuskiftissosialinum
- Veðrið var av tí besta hendan várdagin, eg kom heim frá arbeiði. Telefonin ringdi. Tað er mamma, ið vildi tosa við meg. Eg kendi beinanvegin, at hetta var ikki mín vanliga glaða mamma, ið vil vit hvussu eg hevði tað. Tung í huga bar hon mær boðini um, at pápi hevði fingið staðfest krabbamein, og skuldi í viðgerð.
- Pápi hevði havt nakað av pínu í rygginum, og var farin til lækna. Boðini vóru, at hann skuldi á sjúkrahúsið á Tvøroyri at kannast nærri. Har staðfesti læknin Johan Poulsen, at hann skuldi setast í viðgerð fyri krabbamein.
- Eg hevði mangan hoyrt um krabbamein - men hetta var nakað heilt annað! Nú kom tað nær og gjørdist ítøkiligt! Pápi! Mín spillfríski pápi hevði nú fingið krabba! Nú eg siti og skrivi hesar reglur, koma kenslurnar aftur. Tað rennur mær kalt niður eftir rygginum, tá eg hugsi um tað.
- Alt annað kámaðist í hesum nýggja veruleika, ið vit øll nú vórðu drigin inn í, uttan at vilja tað. Tað gjørdist ein tung tíð, við óvissu og tungum tonkum um hvar framtíðin vildi føra okkara dýrabaru familju.
- Pápi gjørdist ikki frískur. Krabbin hevði bitið seg fastan og vildi ikki sleppa. Í hálvt annað ár vóru vit um hann og royndu at hjálpa honum gjøgnum hesa likamliga og kensluliga hørðu tíð.
- Mín annars so sterki og fantastiski pápi bara viknaði og mátti til seinast geva upp. Hóast mong ár eru liðin síðani pápi fór, og eg eri komin gjøgnum tey natúrligu stigini við sorg og sakni, so er alt ikki tað sama. Mangan hugsi eg um tíðina vit høvdu saman. Hvussu hann var áhugaður í okkara gerandisdegi og øllum vit fingust við. Eisini eru mangar løtur og serlig høvi, har eg vildi ynskt, at hann bara kundi verið til staðar, saman við okkum.
- Pápi var ein av mongum, ið rakt eru av hesi óhugnaligu sjúku. Øll menniskju eru í vanda fyri at gerast offur, men um vit, hvør einstakur, bara geva okkara lítla íkast fyri at stuðla granskingini og hjálpa teimum ið eftir sita, ger tað stóran mun.
(Lagt til rættis: Sjúrður Skaale)
Les eisini: Hanna Thorleifsson (1.partur)
Les eisini: Steinfinnur Mittelstein (2.partur)
Les eisini: Tummas Joensen (3. partur)
Les eisini: Magnus K. Magnussen (4. partur)
Les eisini: Jonhard Joensen (5. partur)
Les eisini: Hilmar Augustinussen (6. partur)
Les eisini: Marjun Poulsen (7. partur)