Mimir fær skyldina fyri alt

Nemus Napoleon Djurhuus, eigari av Mimir, váttar at grannar hava klagað um ófrið síðan roykiforboðið kom. Men hann heldur, at tað er nakað annað, ið býr undir, tí Mimir fær snøgt sagt skyldina fyri alt ónt í grannalagnum

Í Mimir hevur leiðarin verið noyddur at senda fólkini út á gongubreytina at roykja, tí tað, at gestirnir standa úti á trappuni og roykja, órógvar eftir øllum at døma grannarnar ov mikið. Fyri at koma trupulleikanum til lívs, hevur Mimir søkt um at fáa eitt roykirúm inni, tí ein so stórur partur av gestunum roykja. Tann umsóknin liggur hjá Arbeiðseftirlitinum í løtuni.

- Vit larma. Fleiri onnur skonkistøð í býnum fáa loyvi at gera terassur, men vit fáa bara nei, tí vit larma ov illa. Alla aðra staðni kann mann eftir øllum at døma larma uttan hjá okkum, sigur Nemus Napoleon Djurhuus.

Hann sigur, at tað ikki er loyvt hjá gestunum hjá Mimir at standa á trappuni og roykja, men at teir í staðin verða bidnir um at fara út á gongubreytina at roykja.

- Vit vilja fegin hava eitt gott samband við okkara grannar. Tað hevur ikki verið ein trupulleiki fyrr, at vit larma, men tað er vorðið ein trupulleiki í síðstuni.

Hann kennir væl til klaguna, grannarnir hava sent.

- Vit kunnu halda skil á gestunum í Mimir, men vit kunnu ikki halda skil á øllum grannalagnum.

Nemus Napoleon Djurhuus leggur afturat, at tað trupulleikin hjá grannunum ikki bert snýr seg um uttandura roykingina, men at fólk kring Mimir hava ein trupulleika av skonkistaðnum.

- Tað vísir seg at Mimir fær skyldina fyri alt ónt her í grannalagnum.