Mimi Steintórsdóttir forkvinna løgfrøðinganna

Aðalfundur var í felagnum LÓG fríggjakvøldið tann 29. januar 2010. Nýggj nevnd hevur skipað seg við Mimi Stentórsdóttir sum forkvinnu Á skránni til aðalfundin var millum annað nevndarval, tí tveir nevndarlimir, Jóannes Madsen, dómari og Gunn Ellefsen, advokatur ynsktu ikki at taka við afturvali.

Sum nýggir limir í nevndina vórðu valdar Jóhanna Arge, ráðgevi hjá Løgtingsins umboðsmanni og Mimi Steintórsdóttir, advokatur í Advokatfelagið við Strond 4.

Birta Biskopstø, løgfrøðingur í P/F Eik Banka var afturvald sum grannskoðari.

Nevndin skipaði seg eftir fundin við:

Mimi Steintórsdóttir sum forkvinnu,

Finn Ougaard, varafúta, som næstformanni,

Jóhannu Arge sum skrivara,

Kristina Samuelsen, ráðgeva í Løgtinginum, sum samskipara, og

Katrinu Mariu Johannesen, fulltrúa í Tryggingareftitlinum, sum kassameistara.

Felagið LÓG varð stovnað miðskeiðis í 2008 við tí endamáli at vera eitt forum fyri fakligum kjaki millum løgfrøðingar. Regluligir fundir eru eina ferð um mánaðin, har viðkomandi evni verða sett á skrá við einum uppleggshaldara og kjaki aftaná.

Felagið telur í dag umleið 70 limir.