Mimi gevst eisini

Heldur ikki hesaferð eydnaðist tað Centrumsdemokratunum at sleppa i Fólkatingið, og nú gevst forkvinnan.

Mimi Jacobsen hevur verið ímyndin av Centrumsdemokratunum, síðani pápi hennara, Erhard Jacobsen, sáli, legði frá sær, men eftir tvær miseydnaðar royndir at fáa umboð í Fólkatinginum, gevst hon.

-Eg haldi fram fyribils, men eg stilli ikki uppaftur, segði Mimi Jacobsen, eftir at tað var vorðið greitt, at flokkur hennara hevði fingið bara eitt prosent av atkvøðunum. Avgerð hennara merkir kortini ikki, at flokkurin verður niðurlagdur, men eins og hjá Sosialdemokratunum er eit ættarliðsskifti á veg.