Milton ikki ríkur

Meðan spælararnir og feløgini kappast um stórar millióna upphæddir í finaluni í Champions League fótbóltskappingini, so verður dómarin ikki ríkur av dystinum, hóast uppgávan er nakað av tí størsta í europeiska fótbóltsheiminum.
BT skrivar, at Kim Milton Nielsen fær einar 10.000 krónur fyri at døma dystin mikukvøldið.
Feløgini, sum eru við í Champions League, plaga at lova spælarunum stórur bonusupphæddir, og hevði eitt nú enska felagið Chelsea vunnið kappingini, høvdu spælararnir fingið 6,5 milliónir krónur í part.