Milton heiðraður

Væntandi brotsspørkini til Toda í FCK-Brøndby dystinum eru millum beinleiðis atvoldirnar til, at danski altjóða fótbóltsdómarin nú hevur fingið serstaka virðisløn

Fótbóltur

Kim Milton Nielsen, sum føroyingar helst kenna best frá tveimum væntandi brotssparksdómum í stórdystinum millum FCK og Brøndby, hevur nú fingið sokallaðu Lundberg-virðislønina, sum á hvørjum ári verður latin persóni, sum hevur sýnt góðan ítróttarsið.
Hóast Todi Jónsson helst heldur vildi havt fingið danska meistaraheitið, so er føroyski landsliðsleikarin ein av beinleiðis atvoldunum til, at Milton nú hevur fingið hesa virðisløn.
Í grundgevingunum fyri handanina verður millum annað sagt, at hóast dómarin í vár fekk nógvar ákoyringar á seg, og millum annað mátti lata sær lynda at verða nýttur í eini lýsing hjá brillufyritøku eftir væntandi brotssparksdómar, so hevur hann framhaldandi sama alsk til fótbóltsspælið, sum áður.