Milton Friedman deyður

Amerikanski búskaparfrøðingurin verður roknaður millum teir størstu nakrantíð.

Milton Friedman var tann stóra fyrimyndin hjá borgarligum ríkisleiðarum sum Margareth Thatcher og Ronald Reagan, og nógvir tjóðbankastjórar fylgdu hansara ástøði og tilmælum.

Hann verður roknaður sum ein av teimum stóru búskaparfrøðingunum á jøvnum føti við menn sum Adam Smith, Vilfredo Pareto, Léon Walras, John Maynard Keynes og Paul Samuelson. Tað var hann, sum grundlegði ta sonevndu monetarismuna, og hann var ein av fremstu talsmonnunum fyri fríum marknaðarbúskapi og minni almennari stýring.

Milton Friedman var føddur í New York í 1912. Foreldrini, sum vóru ættað úr tí táverandi Eysturríki-Ungarn, vóru fátæk, og í sínari ævisøgu skrivaði Friedman, at tey vóru altíð í penganeyð.

Við góðari hjálp eydnaðist tað honum at sleppa á lærda háskúlan Rutgers. Í 1933 var hann liðugur at útbúgva seg, og í 1946 fekk hann doktaraheiti við lærda háskúlan
Columbia.


Stóra ávirkan

Í fimmtiárunum gjørdi hann av álvara vart við seg, tá hann fanst at hugsjónunum hjá John Maynard Keynes, sum eftir hansara tykki ikki legði nóg stóran dent á pengar og pengapolitikk. Í sekstiárunum skrivaði hann bókina "Monetary History", sum lýsti, hvønn týdning penganøgdin hevur í einum búskapi. Niðurstøðan hjá Friedman var, at pengamongdin eigur at vera støðug, bæði í góðum og ringum tíðum.

Í Bretlandi kjakast búskaparfrøðingar enn tann dag í dag um, hvussu stóra ávirkan Friedman hevði á Margareth Thatcher, áðrenn hon gjørdist forsætisráðharri í 1979, men teir eru á einum máli um, at hann hevði stóra ávirkan á hennara ráðgevar.

Friedman hevði eisini stóra ávirkan á amerikonsku tjóðbankastjórarnar Vockler og Greenspan, og hann fær lutvíst æruna av, at USA fekk bilbukt við inflasjónina.

Milton Friedman skrivaði 32 bøkur. Tey seinnu árini búði hann í San Fransisco, har hann hevði egna skrivstovu á lærda háskúlanum Stanford.