Milson Berg sjeytifimm

Tann 7. november fyllir ein kendur suðuroyingur 75 ár.

Útróðrarmenn úr Suðuroy hava seinastu árini í stórum talið leita norðureftir við bátum sínum í vártíðini. Sum postboð á Oyndarfjarðarrutuni, kom eg á hendan hátt at kenna nógvar suðuroyingar. Vanliga gjørdi eg ein túr oman á havnalagið, tá sjaskveður var og bátarnir lógu inni fyri veður, at heilsa upp á onkran og frætta fiskitíðindi. Var okkurt avlopsblað eftir í posttaskuni, so vóru teir sera fegnir um at fáa hendur á einari Dimmu, Sosialinum ella Oyggjatíðindi, og ferðaðist blaðið so millum bátarnar.


Ein av hesum monnunum var Milson Berg. Hóast høga aldur sín róði Milson út á Norðhavinum seinasta ár. At dríva útróður í einum lítlum glastrevjabáti í ivaveðri, krevur sín mann, men Milson ber aldurin væl og er lættur í sinni.


Milson hevur áhuga fyri samfelagsspurningum. Hann hevur orðið í síni makt og hevði uttan iva komið longur fram á politiska vígvøllinum, um royndin at skapa eina karieru innan hetta økið byrjaði á yngri árum.


Hann ger sína ávirkan galdandi, og regluliga verður undirritaði ámintur um truplu korini hjá heimaútiróðrinum, bústaðarviðurskiftunum hjá teimum eldru, og umbøn at seta fram uppskot og fremja tiltøk, til tess at bøta um fólkapensjónina.


Hjartaliga tillukku við føðingardegnum Milson og góðan byrð víðari fram á lívsleiðini.


Kári P. Højgaard