Talan var ikki um nakað lukkuligt jubileum, tá Savo Milosevic spældi sín landsdyst nummar 100. Hesin var nevnliga móti Argentina, og saman við liðfeløgunum mátti liðskiparin hjá Serbia & Montenegro leggja rygg til eyðmýkjandi 6-0 tap. Milosevic hevur eisini boðað frá, at HM-endaspælið eisini markerar endan hjá sær á landsliðnum, og tí verður talan eftir øllum at døma um 101 landsdystir hjá manninum, sum føroysku málverjarnir munnu kenna so væl. Milosevic hevur í 100 landsdystum skotið 35 mál.