Tann 21 ára gamli varð skuldsettur fyri fyrr í heyst at hava keypt 18 gram av hash fyri ein vinmann fyri 3.500 krónur. Tann ákærdi segði í Føroya Rætti, at hann einki hevði fingið aftur fyri at keypa hashið fyri vinmannin, burtursæð frá at hann kanska slapp at roykja okkurt saman við vinmanninum.
Lagt afturat gomlum dómi
Tann ákærdi játtaði seg sekan í ákæruni. Av tí at talan var um fjórðu ferð, at ákærdi breyt lógina um rúsevnir, kravdi ákæruvaldið, at ungi maðurin fekk eini 7-10 dagar treytaleysa fongsulsrevsing.
Ákærin vísti millum annað á, at tann ákærdi nakrar fáar dagar undan lógarbrotinum varð dømdur 60 daga fongsulsrevsing fyri at hava roynt at smugla góð 350 gram av hash við Norrønu.
Dómarin dømdi ákærda 10 daga treytaleysa fongsulsrevsing, og henda revsing verður løgd afturat teimum 60 døgunum, ið ákærdi enn ikki hevur sitið.









